Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavninum

Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavninum
Hon tekur við starvinum 1. juli
Solveig Hanusardóttir Olsen er nýggjur stjóri á Listasavninum.
 
30.04.2024 - 09:16

Solveig Hanusardóttir Olsen verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya.

Hon er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

Solveig Hanusardóttir Olsen hevur eisini master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – á University of Kent, diplomútbúgving í leiðslu á Glasi og hjánám í føroyskum á Fróðskaparsetrinum.

Solveig Hanusardóttir Olsen hevur verið knýtt at Listasavninum í fleiri umførum síðani 2014, m.a. í tíðarskeiðinum 2016 – 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum og fyrilestrum. 

Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. 

30042024_Solveig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297