Trivnaðarkanningin í Sjúkrahúsverkinum verður fíggjað í rakstrinum

Trivnaðarkanningin í Sjúkrahúsverkinum verður fíggjað í rakstrinum
Ætlanin er at gera trivnaðarkanningar á hvørjum ári. Í 2022 kostaði kanningin góðar 200.000 kr.
Trivnaðarkanning verður í Sjúkrahúsverkinum í heyst. 30-40 spurningar verða settir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.04.2024 - 08:09

Sjúkrahúsverkið setir ikki pengar burturav ítøkiliga til trivnaðarkanningina, sum nú skal gerast. 

Útreiðslurnar vera við í rakstrarútreiðslunum hjá Sjúkrahúsverkinum.

Trivnaðarkanningin í 2022 kostaði 204.400 kr. Øll trý sjúkrahúsini vóru við. 

Eitt ískoyti var gjørt í fjør, - tað kostaði 63.000 kr.  

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um trivnaðarkanningar hjá Sjúkrahúsverkinum.

Hon sigur, at í visjón 2025 hevur sjúkrahúsleiðslan sett, at trivnaðarkanningar skulu gerast árliga.  

 

Kanningin verður í heyst

Sjúkrahúsverkið hevur biðið um tilboð um at gera trivnaðarkanning.

Endamálið er at fáa at vita, hvussu tey 1.300 starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum trívast, bæði sálarliga og í arbeiðinum sum heild.

Trivnaðarkanningin, 30 til 40 spurningar, skal vera í heyst. Úrslitini skulu vera tøk í oktober ella november.

Kunngjørt verður 22. mai, hvør fær arbeiðið at gera trivnaðarkanningina í Sjúkrahúsverkinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV