Barsilsgjaldið hækkar upp í 30.000 kr. um mánaðin

Barsilsgjaldið hækkar upp í 30.000 kr. um mánaðin
Øll rættarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu
Broytingarnar í lógini um barsilsskipana, sum nú eru í løgtinginum, koma í gildi 1.juni. (Savnsmynd)
 
01.05.2024 - 08:28

Rættarnevndin tekur undir við at hækka hámarksútgjaldið úr Barsilsskipanin úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, eigur uppskotið.  

Og lestrarstuðul skal eisini telja við í útrokningargrundarlagnum hjá útgjaldi úr Barsilsskipanini. 

Rættarnevndin sigur, at tá ið hon viðgjørdi lógaruppskotið, fekk hon at vita, at ætlanin er at gera fleiri broytingar í barsilsskipanini, so hon verður smidligari.

Broytingarnar í lógini um barsilsskipana, sum nú eru í løgtinginum, koma í gildi 1.juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297