Hanus á Gørðum tikið við sum sjúkrahús- og fongsulsprestur

Hanus á Gørðum tikið við sum sjúkrahús- og fongsulsprestur
Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið sunnudagin 5. mai við gudstænastu í Vesturkirkjuni
Hanus á Gørðum hevði fráfaringargudstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin.
Mynd: Erik Biskupstø/Norðlýsið  
 
01.05.2024 - 09:17

Í dag, 1. mai, tekur Hanus á Gørðum við sum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur.

Hann avloysir Sverra Steinhólm, sum røkti hetta kall í útivið 28 ár. Í oktober var hann innsettur í nýggja starvið sum diakonprestur.

Hanus á Gørðum var prestvígdur í 2007, og virkaði fyrstu tíðina sum vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Síðani 2010 hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og hann var tá fyrsti prestur, sum eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni var settur í starv sum tænastumaður.

Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið sunnudagin 5. mai við gudstænastu í Vesturkirkjuni, men nýggi sjúkrahús- og fongsulspresturin tekur við starvinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303