- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur fram sum formaður í Bakkafrosti
Rúni M. Hansen var afturvaldur til nevndarformann í Bakkafrosti á aðalfundinum í gjár.
Hann hevur verið formaður síðani 2009.
Hini í nevndini eru eisini afturvald.
Tey eru Guðrið Højgaard, Teitur Samuelsen, Annika Frederiksberg, Øystein Sandvik og Einar Wathne.
Og ein nýggjur nevndarlimur var valdur. Hann er Alf-Helge Aarskog úr Noregi.
Yvir 80 prosent á fundi
Eingin annar stillaði upp til nevndarvalið.
Øll í nevndini eru vald fyri eitt ár.
Á aðalfundinum var samtykt uppskot frá nevndini um 8 kr. og 70 oyru í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.
Tað gevur góðar 515 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2023.
59 milliónir og 227.607 partabrøv eru í Bakkafrosti.
Á aðalfundinum í gjár vóru partaeigarar, sum eiga 81,29 prosent av partabrøvunum.
Rúni M. Hansen, sigur, at fimmáraætlanin, sum var løgd fram í fjør, hevur ein íløgutørv, sum er 6,3 milliardir krónur frá 2024 til 2028.