- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg eri ein býttur optimistur
- Tað var yrkisligt sjálvmorð at fara til Føroya.
Hóast hon segði farvæl við eina akademiska karrieru, tá ið hon valdi at fylgja sínum hjarta og fara til Føroya, so er Kalpana Vijayavarathan í dag vorðin dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum stendur fyri at útbúgva okkara lærarar og námsfrøðingar.
Bjartskygni, treiskni og ein sterk fyrimynd í pápanum hava gjørt, at hon í dag er errin av sær sjálvari.
- Pápi mín lærdi meg, at tað er ikki skeivt at detta, men tað er skeivt ikki at reisa seg aftur.
Hoyr Kalpanu Vijayavarathan tosa um sín uppvøkstur í India, sína lívsleið, sín kærleika, sína fyrimynd í pápanum og hennara hugsan um integratión í Føroyum.
- Vit gera ov lítið ov seint, og avleiðingin er, at vit kunnu fáa b-borgarar í Føroyum, sigur hon um teir nógvu útlendingarnar, sum eru komnir til landið.
Hoyr alla samrøðuna við Kalpanu Vijayavarthan