Fótbóltsskúlar aftur í ár

Fótbóltsskúlar aftur í ár
Í alt fýra fótbóltsskúlar á skránni í juni-, juli- og augustmánaði
Mynd: Savn.  
 
05.05.2024 - 10:32

Fótbóltssamband Føroya fer aftur í summar at skipa fyri fótbóltsskúlum.

Saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík verða í alt fýra fótbóltsskúlar á skránni í juni-, juli- og augustmánaði.

Tann fyrsti verður í Klaksvík 21. og 22. juni. Eina viku seinni, 28. og 29. juni, verður fótbóltsskúlin í Havn, meðan fótbóltsskúlin í Hoyvík verður 2. og 3. august.

Í mun til hinar fótbóltsskúlarnar, verður fótbóltsskúlin á Toftum skipaður yvir fýra dagar. 31. juli og 1. august fyri U11 og U13, og 2. og 3. august fyri U7 og U9.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 13 ár.

Øll, sum luttaka, fáa umframt fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216