Forkv. í rættarnevndini: Ikki neyðugt at steðga virkseminum hjá Bústøðum

Forkv. í rættarnevndini: Ikki neyðugt at steðga virkseminum hjá Bústøðum
Hervør Pálsdóttir heldur, at tvey ymisk mál verður blandað saman, og hon harmast um, at tveir floksfelagar vóru við til at beina málið um lánsheimild aftur í nevnd
Ætlanin var, at Bústaðir skuldu fáa størri heimild at lána pening til at byggja fleiri bústaðir, men við triðju viðgerð var lógaruppskotið beint aftur í rættarnevndina. (Savnsmynd)
 
06.05.2024 - 13:33

Óneyðugt er at steðga øllum virksemi hjá Bústøðum fyri at útvega løgtingsgrannskoðarunum nakrar upplýsingar. 

Tað sigur forkvinnan í rættarnevndini, Hervør Pálsdóttir, nú løgtingið hevur beint málið um at útvega Bústøðum størri heimild at lána pengar aftur í nevndina.

Sjálv harmast hon um, at tveir av hennara egnu floksfeløgum stóðu saman við andstøðuni um at fáa málið aftur í nevnd.

 

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ein grundgeving var, at løgtingsgrannskoðarunum vantar upplýsingar um fíggjarligu støðuna hjá Bústøðum.

Hervør Páldóttir heldur, at tvey ymisk mál verða blandað saman, og tað er óneyðugt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Bustadir_og_Hervor

 

Rættarnevdin hevur bara 16 dagar at viðgera málið. 22. mai fer tingið í summarfrí. 

Verður málið ikki samtykt, áðrenn tingið fer í summarfrí, fellur tað burtur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mai
Møti úr Betesda í Klaksvík
175616
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555