Nýggja kommunan skal eita Suðuroyar kommuna

Nýggja kommunan skal eita Suðuroyar kommuna
Høvuðssætið hjá nýggju kommununi í norðaru helvt í Suðuroy verður á Tvøroyri, og 11 limir vera í býráðnum
Høvuðssætið hjá samanløgdu kommununi verður á Tvøroyri.
 
07.05.2024 - 14:20

Nýggja samanlagda kommunan í norðaru helvt av Suðuroynni skal eita Suðuroyar kommuna. 

Tað veit dimma.fo at siga í dag. 

Tvøroyrar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt semjuskjal um treytirnar fyri eini møguligari samanlegging millum Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu. 

Sambært Dimmalætting ásetur semjan, hvørjir hentleikar skulu vera í Hvalba, og hvat skal vera á Tvøroyri. 

Høvuðssætið hjá nýggju kommununi verður á Tvøroyri, og 11 limir vera í býráðnum. Bæði kommunustýrini í Hvalba og Tvøroyri eru í dag skipað við sjey limum.

Dimmalætting veit eisini at siga, at í minsta lagi tveir kommunustýrisfundur um árið skulu vera í Hvalbiar kommunu, og øll starvsfólk halda fram í nýggju kommununi.

Ein samanlagdur skúli verður í kommununi, men skúlagongd skal framhaldandi vera í skúlanum í Hvalba og á Tvøroyri. Somuleiðis skal barnaansing vera í báðum plássum.  

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

 

8.000 kr. í barnafrádrátti

Barnafrádrátturin verður eftir ætlan 8.000 krónur fyri hvørt barn yngri enn 18 ár, umframt at skipanin við frítíðarkorti verður galdandi í nýggju kommununi. Einki verður nevnt um skattaprosentið.

Ungdómshús skal vera bæði á Tvøroyri og í Hvalba, ókeypis busskoyring skal vera millum bygdirnar, og eldradepil skal byggjast í Hvalba og heilsudepil á Tvøroyri. 

Nakrir borgarafundir hava longu verið um málið, og sambært Dimmalætting er ætlanin at skipa fyri einum aftrat fyri fólkaatkvøðuna.

Miðað verður eftir, at fólkaatkvøðan verður um miðjan juni, skrivar dimma.fo.

 

Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.

 

Eingin viðmerking

Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerkingar til málið í dag. 

Men hvørki Kristin Michelsen ella Janus Thomsen, borgarstjórar í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu, vilja gera samrøðu um semjuskjalið, fyrr enn bygdaráðið í Hvalba hevur tikið støðu á fundi í annaðkvøld. 

Kristin Michelsen sigur tó, at talan er ikki um nakrar treytir fyri samanlegging, men viðurskifti, sum bæði kommunustýrini longu eru vorðin samd um. 

Heldur ikki Róin Schrøter, formaður í arbeiðsbólkinum, vil siga nakað um innihaldið í semjuskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216