Framtak góðar 14 milliónir í vinningi í fjør

Framtak góðar 14 milliónir í vinningi í fjør
Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir krónur, og tað verður eisini gjørt í ár
Ben Arabo er stjóri í Framtaki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2024 - 14:21

Framtak hevði 14,1 millión í vinningi eftir skatt í fjør.

Hetta er nevndin væl nøgd við. 

Framtak gjørdi nýggjar íløgur í eitt felag í fjør. Tvey feløg, sum Framtak átti, vóru samanløgd.

Eitt felag var selt, og eitt var tikið av í fjør.

Eginognin var 79,2 mió. krónur við ársenda 2023. Fíggjarstøðan javnvigaði við 117,5 mió.kr.

Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir krónur. 

 

Útlitini eru góð í ár

Hetta eydnaðist ikki í fjør, men útlitini fyri 2024 eru góð.

Leiðslan væntar at gera íløgur fyri meira enn 10 milliónir í ár.

Framtak kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán.

Ben Arabo er stjóri í Framtaki.

Í nevndini eru Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

Framtak hevur partapening í og ella lænt 19 fyritøkum pengar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741