Fosturtøka fyri viku 12 er vanliga medisinsk

Fosturtøka fyri viku 12 er vanliga medisinsk
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni
Er fosturtøkan kirurgisk, verður vevnaðurin burturbeindur sum lívfrøðilig burturbeining, stendur í svarinum hjá Margit Stórá. (Savnsmynd: Shutterstock.com)
 
10.05.2024 - 08:50

Tá eitt fostur verður tikið eftir viku 12 og fyri viku 22, kunnu fólk sjálv avgera, hvat skal gerast við fostrið. 

Sambært Sjúkrahúsverkinum vilja tey flestu jarða fostrið í grøv hjá einum avvarðandi.

Vilja tey ikki hava fostrið við sær heim, verður fostrið burturbeint sum lívfrøðilig burturbeining.

Tað stendur í svari hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur fingið.

Hann spurdi um mannagongdirnar í sjúkrahúsunum um fostrið frá teirri løtu, lívstráðurin er kvettur, til fosturtøkan er endað.

Landsstýriskvinnan svarar, at er fosturtøkan fyri viku 12, verður hon vanliga framd sum medisinsk fosturtøka. 

Er fosturtøkan kirurgisk, verður vevnaðurin burturbeindur sum lívfrøðilig burturbeining, stendur í svarinum hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297