Landsstýrismaðurin vil hava rættingar í uppskotinum um tøkugjald

Landsstýrismaðurin vil hava rættingar í uppskotinum um tøkugjald
Vinnunevndin er biðin um at broyta orðingina um, hvat alivinna er, og hvør skal rinda tøkugjald
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið vinnunevndina um at gera broytingar í uppskotinum um tøkugjøld í alivinnuni. (Savnsmynd)
 
10.05.2024 - 09:14

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur biðið vinnunevndina hjá løgtinginum gera nakrar rættingar í uppskotinum um tøkugjald.

Fyri at gera lógina greiðari, verður vinnunevndin biðin um at broyta orðingina um, hvat alivinna er, og hvør skal rinda tøkugjald.

Gerast skal greitt, at víðari tilvirking av kruvda fiskinum er ikki at meta sum alivinna.

Og aliloyvi kann ikki latast einstaklingum. 

Orðið einstaklingur skal tí úr lógaruppskotinum.

Vinnunevndin hevur fund seinnapartin í dag um tøkugjaldið og um burðardygga ferðavinnu, ella gongd í haga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947