- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góð líkindi at rógva út men lítið er at fáa
Útróður verður nú í vikuni, men fiskaríið hjá bátunum er smáligt, sigur Fiskamarknaðurin.
Men streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott nú í vikuni.
Bæði línuskipini liggja.
Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, trý eru við Grønland, fýra eru á Flemish Kap ella á veg hagar.
Eitt frystilínuskip liggur.
Smáligt og brúkiligt fiskarí
Tveir djúpvatnstrolarar fiska tosk, og ein fiskar kongafisk og svartkalva.
Ein frystitrolari er við Flemish Kap, og ein er við Føroyar.
Fiskaríið er smáligt við Føroyar.
Um partrolarar verður sagt, at fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks.
Fiskaríið er hampiligt hjá teimum.
Fýra trolbátar eru norðanfyri.
Teir hava brúkiligt fiskarí, og tað hava garnaskipini eisini, skrivar Fiskamarknaðurin.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku.