- Tíðindi, mentan og ítróttur
Macron vil hava 15 ára aldursmark á sosialar miðlar
Franski forsetin, Emmanuel Macron, roynir nú at fáa ES-londini at samtykkja eitt felags aldursmark upp á 15 ár fyri at kunna sleppa á sosialar miðlar so sum TikTok, Snapchat og Instagram.
Sambært DR hevur Macron í seinastuni brúkt nógva tíð upp á at tosa um talgildu verðina, sum hann heldur kann vera skaðilig fyri børn og ung.
Í eini røðu í farna mánaði í sambandi við valið til Evropatingið, sum verður í juni, segði Macron millum annað, at:
"Vit noyðast at fáa tamarhaldið aftur á lívinum hjá okkara børnum og tannáringum og seta eitt talgilt aldursmark upp á 15 ár - ikki lægri enn tað - og krevja, at talgildu pallarnir antin broyta ella steingja ávísar heimasíður."
Macron samanbar talgilda heimin við ein frumskóg.
"Er nakar, sum vil senda síni børn inn í frumskógin, tá tey eru fimm, tíggju ella tólv ára gomul? Vit fylgja teimum í skúla og lata tey upp í hendurnar á álítandi vaksnum fólkum, sum læra og útbúgva tey, og vit skipa fyri virksemi, so tey kunnu læra uppaftur meira og verða meira frígjørd. Og so, í nakrar tímar hvønn dag, lata vit dyrnar upp til frumskógin," segði Emmanuel Macron millum annað.
Í Danmark hevur dokumentarurin "Alene hjemme på nettet" frá fyrr í ár víst, at trý av fýra børnum í aldrinum 9-14 ár síggja ótespiligt tilfar á netinum, so sum ósensurerað filmsbrot við harðskapi, morði og sjálvmorði, skrivar DR.