Fleiri virða ikki tilskilaðu parkeringsbásarnar

Fleiri virða ikki tilskilaðu parkeringsbásarnar
Persónar við avlamni kunnu fáa eitt blátt parkeringskort at seta í bilrútin
 
13.05.2024 - 11:01
1671969


Ann Persdóttir Mikkelsen hevur fingið bláa parkeringskortið.

Tað merkir, at hon, og onnur, ið hava kortið, kunnu brúka parkeringsbásar, sum hava serligt frámerki.

Hesir eru heldur størri og eru høgliga staðsettir. 

Trupulleikin er, at fólk, ið ikki hava kortið, eisini brúka hesar básarnar. 

- Fólk hava ikki virðing fyri hesum, sigur Ann Persdóttir Mikkelsen avgjørd. 

Onkuntíð hevur hon gjørt vart við seg, men tey eru fulkomuliga líkasæl. Eg skilji ikki, at fólk ikki hava virðing fyri hesum, sigur Ann. 

Í kunngerðini um parkeringskort fyri persónar við avlamni stendur, at tú hevur rætt til parkeringskort, um tú hevur fingið játtaðan stuðul til keyp av bili ella stuðul til rakstur av bili, sbrt. forsorgarlógini

Ert góðkendur at taka lut í einstaklinga avlamiskoyring við illa rørslutarnaðum persónum og sum er skipað sum koyring til frítíðarvirksemi.

Harafturat kann parkeringskort verða útgivið og endurnýggjað hjá persónum, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í serligan mun skerja evni ella ger tað trupult at ferðast, at varðveita ella at fáa eitt arbeiði, ella at fullføra eina útbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176239
Týsdag 4. juni
Her er MiKS
176236
Týsdag 4. juni
Veðrið
176223
Týsdag 4. juni
Fótbóltur: Føroyar - Grikkaland
176222
Týsdag 4. juni
3-2 (3. juni 2024)
176189