- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar rindaðu 121 milliónir í veiðigjaldi fyrsta ársfjórðing
Íslendingar rindaðu 121 milliónir í veiðigjaldi fyrsta ársfjórðing
Hetta er slakur triðingur meira enn somu tíð í fjør
13.05.2024 - 08:38
Veiðigjøldini hjá íslendsku fiskivinnuni vóru 121,5 mió. kr. í okkara pengum í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Hetta er slakur triðingur meira enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Tað er, tá lodnan er undantikin. Eingin lodna er fiskað í ár.
Í fjør gav hon 89,5 milliónir í veiðigjaldi.
Gjøldini hækkað
Onkrar broytingar komu á nýggjárinum.
Veiðigjaldið fyri tosk hækkaði 39 prosent. Fyri hýsu hækkaði gjaldið 12 prosent. Svartkjaftur hækkaði 29 prosent.
Reiðaríið Samherji bleiv kravt eftir størsta veiðigjaldinum, 10,6 milliónum krónum í fyrsta ársfjórðingi.
Átta reiðarí skuldu lata yvir fimm milliónir í veiðigjaldi í fyrsta ársfjórðingi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV