- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæran um svartkjaftabýtið verður viðgjørd í næstu viku
Kæran um svartkjaftabýtið verður viðgjørd í næstu viku
Árni Skaale, løgtingsmaður, hevur kært Dennis Holm, landsstýrismann, til landsstýrismálanevndina
14.05.2024 - 11:02
Tað verður ikki fyrr enn í fyrsta lagi seinnapartin í næstu viku, at landsstýrismálanevndin fer at viðgera kæruna hjá Árna Skaale um svartkjaftabýtið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, sigur Hans Jacob Thomsen, nevndarformaður.
Løgtingið skal heim mikudagin í næstu viku og hevur úr at gera hesar dagarnar.
Umsitingin hjá løgtinginum hevur ikki stundir til at gera kæruna klára til nevndina at viðgera.
Í landsstýrismálanevndini eru umframt Hans Jacob Thomsen Bárður á Steig Nielsen og Hanna Jensen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV