- Tíðindi, mentan og ítróttur
14 bilførarar tiknir fyri at brúka fartelefon
14 bilførarar vóru tiknir í gjár fyri at brúka telefon, meðan tey koyrdu.
Hetta var í Havn millum kl.11.00 og 13.00 í gjár.
Sektin er 1.000 kr.
Men hon hækkar upp í 1.500 krónur, og klipp verður givið, tá broytingarnar í ferðslulógini koma í gildi.
Í lógaruppskotinum stendur, at klipp og størri sekt verða givin fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður.
Politiið minnir á, at í gjár var seinasti dagur, at loyvt var at brúka píkadekk.
16 átalur
Politiið gav 16 átalur í gjár, tí bilførarar virða ikki, at einvegis ferðsla er á Stangavegi í Klaksvík í sambandi við arbeiði har.
Politiið var har tríggjar ferðir í gjár.
Neyðug skelting er á staðnum, sigur politiið.