Lønin hjá tingfólkum hækkar ikki, men kostnaðarískoytið verður varðveitt

Lønin hjá tingfólkum hækkar ikki, men kostnaðarískoytið verður varðveitt
Tingfólk fáa nú somu eftirløn sum onnur, 15 prosent
Lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum, sum verða vald á næsta løgtingsvali, verða broytt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.05.2024 - 08:16

Tingfólk fáa ikki lønarhækking.

Uppskotið hjá meirilutanum í formansskapinum bleiv samtykt á tingfundinum í gjár.

Fýra av seks limum í grein 25 nevndini mæltu annars til at hækka lønina úr 34. upp í 36.lønarflokk í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.

Men tey uppskotini fullu, annað tó bara við 14 fyri og 15 móti.

Ein samgongulimur, Sólvit E. Nolsø, atkvøddi fyri. 

Kostnaðarískoytið, sum er 2.000 kr. skattafríar um mánaðin, verður varðveitt.

Og nú fáa tingfólk somu eftirløn sum onnur, tað eru 15 prosent.

Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

Lógin um løn og eftirløn hjá tingfólki verður galdandi fyri tey, sum verða vald á ting á næsta løgtingsvali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk 31.oktober 2024
182403
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Juha Raivio um Shining
182400
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Lisa Walz og Ben Juelg um Rodeo
182399
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Marcus Nand um The Traveler
182396
Hósdag 31. oktober
Andarblak - Fyrigeving
182900
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906
Hósdag 31. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2024
182896
Mikudag 30. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182798
Mikudag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182796