- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr 225 niður í 20 krónur hjá ferðafólki
Ferðafólk, 16 ár og eldri, skulu rinda eitt gistingargjald, sum er 20 kr. fyri náttina.
Gjaldið kann í mesta lagi vera 200 kr.
Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum koma við lítlum skipum ella bátum.
Ferðafólk við cruise-skipum skulu ikki rinda gistingargjaldið.
Tað mælir meirilutin í vinnunevndini hjá løgtingium til, nú nevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.
Í meirilutanum eru Sambandsflokkurin og samgongan.
Meirilutin hevur 26 broytingaruppskot.
Meirilutin sigur, at gistingargjaldið skal fara í ein grunn.
Pengarnir eru markaðir til at gera ferðavinnuætlanir, millum annað gera og halda viðlíka gøtur í haganum.
1.oktober 2025
Ásetingin um gjaldið skal koma 1. oktober næsta ár.
Í uppskotinum hjá landsstýrinum er avgjaldið 225 kr.
Minnilutin í vinnunevndini, Fólkaflokkurin, hevur 29 broytingaruppskot.
Hann mælir millum annað til at strika ásetingina um gjald.
Vinnunevndin hevði átta fundir um málið.
20 innkallingar vóru.
Atkvøtt verður um uppskotið í morgin.