10 umsóknir til trý aðalstjórastørv

10 umsóknir til trý aðalstjórastørv
Tá freistin at søkja tey trý aðalstjórastørvini var úti á middegi fríggjadagin, vóru 10 umsóknir komnar inn, sigur John Rajani, løgmansstjóri
 
20.05.2024 - 10:06

Søkt varð eftir trimum aðalstjórum. Ein til Løgmálaráðið, ein til Umhvørvismálaráðið og ein til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Fýra umsóknir vóru til tvey av størvunum og tvey til tað triðja.
 
Aðalstjórin er fremsti fakligi ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum. Aðalstjórin hevur somuleiðis ábyrgd av dagligari leiðslu, menning og rakstri í sínum stjórnarráði.

Størvini eru áramálssett í 7 ár.

Aðalstjórastarvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv.

Umframt eina mánaðarliga viðbót, sum er 6.380 krónur, verður ein mánaðarlig viðbót veitt, sum er 20 prosent av grundlønini fyri áramálssetan.

Eftirlønin er 15 prosent av samlaðu lønini. 

Síðan løgtingsvalið í desember 2022 hava aðalstjórar verið fyribilssettir í teimum trimum ráðunum. 

Nella Festirstein í Løgmálaráðnum, Pól Egholm í Umhvørvismálaráðnum og Elin Mortensen í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947