Ikki koyrandi til Tjørnuvíkar

Ikki koyrandi til Tjørnuvíkar
Vegurin er illa farin í støðum eftir omanlopið í morgun, og ikki ber til at siga, nær koyrandi verður aftur
Tjørnuvíkarvegurin er illa farin í støðum av omanlopinum í morgun. (Savnsmynd)
 
22.05.2024 - 09:18

Tað er ikki koyrandi til Tjørnuvíkar í løtuni.

Um hálvgum átta tíðina í morgun var boðað frá omanlopi á tjørnuvíkarvegnum, okkurt um 500 metrar frá bygdini.

Maskinur hjá Landsverki eru komnar á staðið, men vegurin er illa farin, og tí ber ikki til at siga, nær tað verður koyrandi.

Hoyr samrøðu við Mortan Olsen, leiðara á veghaldinum hjá Landsverki, í útvarpstíðindunum: 

 

22052024_Landsverk_um_tjornuvikarveg


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774