Kunnu ikki veita børnum og ungum við autismu nóg góða tænastu

Kunnu ikki veita børnum og ungum við autismu nóg góða tænastu
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um tilboð til børn og ung við autismu í Suðuroynni
Almannaverkið hevði eitt frítíðartilboð til børn og ung við autismu í Suðuroynni, men tað helt uppat í fjør summar.
 
22.05.2024 - 09:06

Almannaverkið kann ikki geva børnum og ungum í Suðuroynni við autismu nóg góða tænastu.

Men í strategiska arbeiðinum fyri 2024 - 2029 er ein ætlan fyri at ganga hesum tørvinum á møti.

Tað skal tó samskipast við onnur, sum varða av hesum børnum og ungu. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um tilboð til børn og ung við autismu í Suðuroynni.

 

Tilboðið helt uppat

Almannaverkið hevði eitt frítíðartilboð til børn og ung við autismu í Suðuroynni. 

Men tað steðgaði í fjør summar. 

Grundarlag var ikki fyri at halda fram, tí eingi børn vóru í frítíðartilboðnum. 

Og eingi børn eru á bíðilista til frítíðartilboð í Suðuroynni, svarar Sirið Stenberg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774