Lógin sigur 18 ára aldursmark

Lógin sigur 18 ára aldursmark
Tað er umráðandi at foreldur tosa við børnini og onnur foreldur og gera felags reglur um rúsdrekka, tí børn skulu ikki drekka.
 
22.05.2024 - 13:00

- Skalt tú koyra bil, so er aldursmarkið 18 ár, og tað góðtaka tey allarflestu, so hví ikki hava sama hugburð til rúsdrekka? spyr Jákup av Skarði, SSP ráðgevi, tá tosað verður um hugburðin hjá foreldrum um rúsdrekka hjá tannáringum.

- Tað vísir seg, at mytan um, at tað er betri at ung fáa rúsdrekka frá foreldrunum fyri á henda hátt at tálma nýtsluni, hon heldur ikki, sigur Helena Bjellvåg frá fyribyrgingini hjá Bláa Krossi. Tað vísir seg nemliga, at tey børn, sum fáa rúsdrekka frá foreldrum, samstundis fáa fatanina av, at foreldrini góðtaka, at tey drekka, og fleiri teirra enda við at drekka meira enn tey, sum ikki fáa loyvi heiman.

Jákup og Helena eru samd um, at tað snýr seg um upplýsing, um mann vil hava, at børn og ung ikki drekka. Eisini er týdningarmikið, at vit tosa um hetta allastaðni. Bæði í heiminum, í skúlanum, í grannalagnum og í ítróttafeløgunum til dømis. Og so ikki minst, at vit eru góðar fyrimyndir og ikki drekka ótálmað, tá vit eru saman við børnum og ungum.

 

1674339

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774