![](https://svf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2024-03-11-15h21m08s932.png?itok=NWAED2Iw)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er koyrandi aftur til Tjørnuvíkar
Nú er koyrandi aftur til Tjørnuvíkar
Landsverk hevur ruddað grótið burtur, og ábøtur er gjørdar á asfaltið á vegnum, sum fekk skaða í omanlopinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mortan_olsen.jpeg?itok=VMExQvr0)
Mortan Olsen er leiðari á veghaldinum hjá Landsverki.
22.05.2024 - 10:41
Nú er aftur koyrandi til Tjørnuvíkar.
Um hálvgum átta tíðina í morgun var boðað frá omanlopi á Tjørnuvíkarvegnum, okkurt um 500 metrar frá bygdini.
Tjørnuvíkarvegurin. (Savnsmynd)
Landsverk kom á staðið stutt eftir, og hevur ruddað vegin fyri grót, so tað aftur bleiv koyrandi til bygdina.
Mortan Olsen er leiðari á veghaldinum hjá Landsverki:
22052024_Mortan_Olsen_um_vegin
Jens Jensen.
Jens Jensen býr í Tjørnuvík, og var ein av teimum, um koyrdu gjøgnum líðina í morgun beint eftir omanlopið á tjørnuvíkarvegnum.
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við hann:
22052024_Jens_Jensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV