Skulu søkja um løggilding til nýtt matarstað

Skulu søkja um løggilding til nýtt matarstað
Tey, sum hava løggilding, fáa eisini regluliga eftirlitsvitjan, har mannagongdir vera gjøgnumgingnar og hølisviðurskiftini eftirhugd
Freistin at søkja um løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovu er 25. juni. (Savnsmynd)
 
22.05.2024 - 14:40

Tey, sum ætla at lata upp nýtt matarstað í summar, skulu søkja um løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovu í seinasta lagi 25. juni.

Tá ein løggilding verður veitt eini kafé, matstovu ella øðrum virksemi, vera bæði hølisviðurskifti og mannagongdir, tá matvørur vera handfarnar, gjøgnumgingin. 

Tey, sum hava løggilding, fáa eisini regluliga eftirlitsvitjan, har mannagongdir vera gjøgnumgingnar og hølisviðurskiftini eftirhugd.  

 

Váttan fyri, at viðurskiftini eru kannað

Ein løggilding er váttan fyri, at heilsufrøðiligu viðurskiftini eru kannað. 

Men tað er altíð veitarin, sum hevur ábyrgd av, at hesi viðurskifti eru í lagi.  

Um Heilsufrøðiliga starvsstovan staðfestir, at virksemi er byrjað uttan løggilding, verður tað meldað til fútan.

Heimablídni og morgunmatur hjá ból og bita krevur ikki løggilding.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774