Mowi viðger nú laksin fyri lús

Mowi viðger nú laksin fyri lús
Umleið 1.400 tons av laksi eru í ringunum út fyri Fossá, sunnan fyri Haldórsvík
Einki undantaksloyvi krevst til at viðgera laksin, tí tað arbeiðið er umfatað av sersáttmála. (Savnsmynd)
 
23.05.2024 - 16:02

Alifelagið Mowi er nú farið undir at viðgera laksin, sum gongur í aliringunum út fyri Fossá, sunnan fyri Haldórsvík, fyri lús.

Tað váttar Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, fyri Kringvarpinum.

- Vit hava spurt arbeiðarafeløgini um undantak, so vit kunnu taka laksin, men vit hava fingið noktandi svar, og tí mugu vit nú viðgera laksin í staðin, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Skal Mowi hava undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum til at taka laksin, so má loyvi gevast til 32 fólk fyri at fáa virkið í gongd og laksin koyrdan til virkið, sum er á Strondum, og tað vilja arbeiðarafeløgini ikki geva loyvi til.

Hinvegin krevst ikki undantaksloyvi til at viðgera laksin, tí tað arbeiðið er umfatað av sersáttmála.

 

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi.

 

1.400 tons í ringunum

Sambært stjóranum í Mowi svimja umleið 1.400 tons av laksi í ringunum út fyri Fossá. Siga vit, at miðalprísurin er 80 krónur kilo, so er talan um virði fyri umleið 110 milliónir krónur.

Verandi støða merkir tó ikki, at hesi virði fara fyri skeytið, men at laksurin fær viðgerð, fer ivaleyst at hava við sær, at fellið í hesum ringunum økist. 

- Tað er ein av treytunum, tá tú viðger so stóran laks. Tá er størri vandi fyri, at hann doyr, men tað mugu vit bara fyrihalda okkum til, tá støðan er, sum hon er, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Tað var longu greitt í síðstu viku, at Mowi hevði trupulleikar av laksinum út fyri Fossá. Tað váttaði stjórin í samrøðu við Kringvarpið.

Tá segði hann, at ætlanin var ikki at biðja um undantaksloyvi, men tað hevur felagið so roynt nú, tó uttan at tað eydnaðist. Og tí er farið undir at avlúsa laksin í staðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. juni
EM tíðindi 16. juni 2024
176826
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 15. juni 2024
176776