KÍ rennur aftan á Víkingi og HB

KÍ rennur aftan á Víkingi og HB
Júst sum í seinasta umfari, mugu føroyameistararnir úr Klaksvík vinna, um munurin upp til Víking og HB ikki skal økjast. Troystin er, at tað er B68, sum kemur á vitjan
Árni Frederiksberg og KÍ hava vunnið fimm landskappingardystir á rað. Í dag vitjar B68
Mynd: Leit  
 
26.05.2024 - 14:01

KÍ hevur somu treytir í dag, sum teir høvdu í seinasta umfari.

Víkingur og HB vunnu sínar dystir í gjár, og tí mugu klaksvíkingar gera tað sama, um munurin upp til oddaliðini bæði ikki skal økjast. 

Troystin er, at dysturin er ímóti B68, sum ongan dyst hevur vunnið í ár og sum bert hevur fingið eitt stig ímóti KÍ, síðan toftamenn komu upp aftur í bestu deildina í 2021. Afturat hesum eru bæði Villiam Klein, Sebastian Lau Nielsen og venjarin, Jákup á Borg, leikbannaðir til dystin við Djúpumýrar.

 

EB/Streymur leitar eftir stigum

Sundalagsmenn taka ímóti Skála við Margáir í einum dysti, har teir ivaleyst halda, at teir hava kjans at taka eitt ella øll trý stigini. EB/Streymur hevur spælt betri enn tey fýra stigini, sum eru komin á talvuna, bera boð um, men hevur havt ilt við at avgera dystir.

Tað hevur eisini mangan verið trupulleikin hjá Skála fyrr, men í ár hevur gingið munandi betur við tí. Skálamenn hava longu vunnið tríggjar dystir í ár; ein teirra var í 1. umfar, tá tað endaði 3-0 ímóti júst EB/Streymi.

Báðir dystirnir í dag byrja klokkan 15:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. juni
Søgan um Hank Williams (1:8)
176854
Mánadag 17. juni
Víkingur og HB eru vælkoyrandi
176871
Mánadag 17. juni
EM-tíðindi: 17. juni 2024
176867
Mánadag 17. juni
Morgunlestur mánadagur 17. juni 2024
176796
Sunnudag 16. juni
EM-tíðindi: 16. juni 2024
176826