Benny Gantz farin úr ísraelsku stjórnini

Benny Gantz farin úr ísraelsku stjórnini
Fyrrverandi verjuovastin mælir Netanyahu, forsætisráðharra, til at útskriva val
Benny Gantz
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.06.2024 - 08:49

Benny Gantz, sum er fyrrverandi verjuovasti í Ísrael, tekur seg úr krígsstjórnarráðnum hjá Benjamin Netanyahu.

Tað skrivar Haaretz.

- Tað er ein torgreidd og torfør avgerð, segði Gantz.

Hann heitir samstundis á Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um at skriva út val tann dagin, sum semja er um.

Gantz sigur, at Netanyahu stendur í vegin fyri, at Ísrael røkkur málunum, sum tað hevur við krígnum í Gasa, skrivar NTB.

 

 

Avi Rosenfeld hevur eisini lagt frá sær. (Mynd: Ísraelska verjan)

 

Stjórin fyri herin eisini lagt frá sær

Stjórin fyri ísraelska herin í Gasa, Avi Rosenfeld, gevst í starvinum.

Tað skrivar Times of Israel.

Orsøkin er skrædlið í ísraelsku verjuni, tá ið Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør.

-  7. oktober miseydnaðist tað mær í míni lívs størstu uppgávu at verja økið við markið, skrivar Rosenfeld í brævi til verjuleiðsluna.

 

Øll mugu taka sín part

- Øll, sum vóru uppi í hesum, mugu taka sín part av ábyrgdini, sigur hann og leggur aftrat, at hann fer at veita kanningarnevndini, sum kannar hendingina 7. oktober, alla ta hjálp, sum henni tørvar.

Rosenfeld er annar í ovastu leiðsluni í ísraelska herinum, sum leggur frá sær eftir álopið 7. oktober. 

Undan honum hevur leiðarin fyri hernaðarligu fregnartænastuna lagt frá sær.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. juni
Morgunlestur týsdagur 18. juni 2024
176798
Mánadag 17. juni
Biltúrurin 1: Koyrt verður í Vágum
176597
Mánadag 17. juni
Søgan um Hank Williams (1:8)
176854
Mánadag 17. juni
Víkingur og HB eru vælkoyrandi
176871
Mánadag 17. juni
EM-tíðindi: 17. juni 2024
176867
Nýggjastu sendingar í SV