Russisk kvinna í Danmark skuldsett fyri njósning

Russisk kvinna í Danmark skuldsett fyri njósning
Illgruni er um, at kvinnan hevur hjálpt fremmandari fregnartænastu at virka í Danmark
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni hevur
 
11.06.2024 - 11:36

Danska løgreglan hevur tikið eina russiska kvinnu og skuldsett hana fyri at hava hjálpt eini fremmandari fregnartænastu at virka í Danmark.

Tað upplýsir fregnartænastan, PET, fyri danska kringvarpinum.

PET sigur, at málið hevur tilknýti til eina tíðindasøgu, sum hevur verið í fleiri evropiskum miðlum um ein almennan russiskan grunn.

Málið hevur einki við valið til ES-tingið at gera.

- Kvinnan er skuldsett fyri brot á grein 108 í revsilógini, sum m.a. snýr seg um at gera fremmanda fregnartænastu føra fyri at virka í Danmark, við at samstarva um at kunna ávirka, sigur PET við DR.

 

Handtikna kvinnan nummar tvey vinstrumegin. Her er hon avmyndað í sambandi við eitt hátíðarhald fyri russiska sigrinum á nasistunum í seinna heimsbardaga. (Mynd: DR)
 

 

Russiskur grunnur fíggjar

Mánadagin í síðstu viku skrivaði danska kringvarpið, at almenni russiski grunnurin í fleiri ár hevur sent fleiri milliónir krónur til fleiri verkætlanir og fólk í Danmark og til alt Evropa.

Danskt-russiska kvinnan, sum er russiskur ríkisborgari, er kend í russiska umhvørvinum í Danmark. 

Peningurin er m.a. sendur kvinnuni, sum hevur eina løgfrøðiliga ráðgevingarmiðstøð á russiskum máli á Sjællandi, skrivaði DR.

Avdúkingin er grundað á innanhýsis skjøl frá Prav-grunninum í Moskva, sum DR hevur fingið frá eini útlendskari, vesturlendskari fregnartænastu.

Sambært upplýsingum hjá DR, er talan um somu kvinnu, sum í dag er handtikin. 

 

Niels Fastrup er gravandi journalistur hjá danska kringvarpinum, og hevur arbeitt við hesum málinum. Hann sigur soleiðis:

 

11062024_Russiskur_njosnari

 

Kvinnan verður latin leys, tá ið hon er avhoyrd, skrivar danska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125