Eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp

Eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp
Maðurin er dømdur fyri rúsevniskoyring, sum hevði við sær, at ein 75 ára gamal maður doyði
Dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi 19 ára gamla mannin fongsulsrevsing, koyriforboð og at gera samfelagstænastu. (Savnsmynd)
 
12.06.2024 - 15:41

Ein 19 ára gamal maður er í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í dag dømdur eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevniskoyring.

Ferðsluvanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn.

Ein 75 ára gamal maður var á veg yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði eitt hækkað virði av THC í blóðinum, ið er mett at vera vandamikið fyri ferðslutrygdina.

 

Fýra mánaðir eru treytaleysir

Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og í dag avgjørdi dómsmansrætturin, at tann 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing.

Teir fýra mánaðirnir eru treytaleysir

Maðurin var eisini dømdur koyriforboð. Hann skal gera samfelagstænastu í 200 tímar og vera undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini.

Maðurin tók við dóminum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125