Man tagdi tær burtur

Man tagdi tær burtur
Tá ein kvinna doyði í barsilssong, varð ikki tosað meira um hana, og deyðshátturin gjørdist ofta einasta eftirmælið
 
12.06.2024 - 13:27

Áhugan fyri kvinnunum, sum doyðu í barsilssong, fekk Rigmor Restorff Dam fyri nógvum árum síðan, og nú hevur hon givið út bók við heitinum 'Tær góvu lív'.

- Kvinnan, sum er eitt heilt lív, sum hevði dreymar og vónir, og kanska onnur børn eisini, hennara eftirmæli gjørdist bara, at hon doyði í barsilssong, og tað var tað. Við at skriva og tosa um tað, so geva vit hesum kvinnum eitt andlit ella eina rødd, og vónin er, at allar familjur, ið hava hesi sár, kanska vekja minnið um eina ættmóðir til lívs aftur, sigur Rigmor Restorff Dam.

Rigmor hevur í sambandi við lesnað á Setrinum skrivað ritgerð um evnið, men fyri at miðla evnið á bestan hátt valdi hon at skriva tað, hon nevnir eina 'feature-bók.' 

- Tað merkir, at tú tekur eitt evni og lýsir tað úr ymsum sjónarhornum við ymiskum mátum. Tí hevur bókin bæði søguligt tilfar og samrøður við eftirkomarar hjá teimum, ið doyðu í barsilssong.

Hoyr samrøðu við Rigmor her
 

1679032

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125