Føroyar eru nú nummar 29 á hvítalista

Føroyar eru nú nummar 29 á hvítalista
Besta plássið hjá Føroyum var í 2014, tá vit vóru nummar 26
Paris MoU er altjóða felagsskapur, sum hevur eftirlit við, at skip, sum koma í havn, halda øll altjóða krøv.
 
19.06.2024 - 08:40

Føroyar eru komnar eitt pláss upp á hvítalista hjá Paris MoU.

Føroyar eru nú nummar 29 av 42 flaggstatum á listanum.

Fyri at vera á hvítalista, sum er listi við flaggstatum við stórari góðsku, skulu skip undir flagginum hava lutfalsliga fá afturhald samaborið við eftirlit. 

 

Afturhildin fýra ferðir

Í trý ára tíðarskeiðnum, sum listin fevnir um, eru føroysk skip afturhildin fýra ferðir í 217 kanningum.

Danmark er nummar eitt á listanum og Jersey nummar 42.

Besta plássið hjá Føroyum var í 2014, tá Føroyar vóru nummar 26.

Paris MoU er altjóða felagsskapur, sum hevur eftirlit við, at skip, sum koma í havn, halda øll altjóða krøv. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. juni
Morgunlestur hósdagur 27. juni 2024
177129
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125