Val í Fraklandi: Neyvan nakar avgjørdur meiriluti

Val í Fraklandi: Neyvan nakar avgjørdur meiriluti
Rassemblement Nationale verður helst størsti flokkur, men fær væntandi ikki meiriluta einsamallur
28 ára gamli Jordan Bardella stendur til at gerast franskur forsætisráðharri, um flokkurin hjá honum fær ein avgjørdan meiriluta á valinum í morgin
Mynd: Benoit Tessier/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2024 - 17:14

Í Fraklandi verður bíðað í stórum spenningi eftir seinna umfari av tjóðartingsvalinum, sum verður í morgin.

Fyrra valumfarið farna sunnudag bleiv ein greiður sigur til høgravíðgongda Rassemblement Nationale (RN), sum fekk 33% av atkvøðunum. Vinstraflokkurin Nouveau Front Populaire (NFP) fekk 28%, og Ensemble, sum er samgongan av flokkum, ið stuðla forsetanum Emmanuel Macron, fekk 20%.

Spenningurin nú snýr seg um, hvørt Rassemblement Nationale eftir seinna valumfarið í morgin kann fáa avgjørdan meiriluta í franska tinginum og harvið skipa stjórn einsamallur. 

Flokkurin við bert 28 ára gamla Jordan Bardella á odda hevur gjørt greitt, at hann ikki er áhugaður í at skipa samgongu við nakran annan flokk, men bara fer at skipa stjórn, um hann fær einsamallan meiriluta.

Ein meiningakanning, sum Ifop almannakunngjørdi mikudagin, bendi á, at veljarar heldur vilja hava eina vinstra-moderata stjórn, sum stuðlar forsetanum Macron, enn eina stjórn við Jordan Bardella sum forsætisráðharra, um valið stendur millum hesar báðar møguleikarnar. Men um valið bara stendur millum eina høgrastjórn ella eina vinstrastjórn, stendur mestsum á jøvnum, vísti kanningin.

Roknað verður við, at Rassemblement Nationale fer at vinna valið, men ikki nóg sannførandi til at fáa 289 tingsessir, sum er krav fyri at fáa einsamallan meiriluta.

Valið og valstríðið hava avdúkað eina stóra polarisering í franska samfelagnum, og mótmælistiltøk hava verið síðan fyrra valumfarið 30. juni. Bretski miðilin The Guardian skrivar, at 30.000 fronsk løgreglufólk eru til reiðar at fara til arbeiðis í morgin, um tað verður brúk fyri teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juli
Morgunlestur fríggjadagur 12. juli 2024
177413
Hósdag 11. juli
RagnarRokk 11.juli 2024
176382
Hósdag 11. juli
EM-tíðindi: 11. juli 2024
177907
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
177845
Mánadag 8. juli
Hin rusuti á Aconcagua (2:10)
177587
Leygardag 6. juli
Video: 5mf kvinnur, eystanstevna 2024
177723