Hyggjuráðið

Hyggjuráðið: Hoyr nýggju ummælarasendingina
15-02-2019
Nýggj ummælarasending, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneykuna

Í fyrstu sendingini ummæla vit ungdómsrøðina "Has#tag" (2019), ið Maria Winther Olsen hevur framleitt fyri Kringvarpið. Trý ung fólk koma á gátt at hugleiða um, hvussu væl tað hevur eydnast.

Eisini hava vit verið í biograf til "Unge Astrid" við filmsleikstjóranum, Juliu í Kálvalíð, sum ummælari filmin um kenda rithøvundan Astrid Lindgren.

Síðst, men ikki minst hava vit miðlafrøðingin og filmglaða mannin, Hermann Eliassen, sum kemur í studio at greiða frá og ummæla forvitnsliga filmin "Bandersnatch", sum toymið handan kendu bretsku sendirøðina "Black Mirror" hevur framleitt.

Hyggjuráðið

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.

Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott bæði føroyskt og útlendskt.

Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!

Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tveir filmar og eina stutta sendirøð
17-01-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð er ein stórfingin krígsfrásøgn, ein true-crime dokumentar sendirøð og ein ævisøgufilmur
10-01-2020
20-12-2019
"Rick And Morty", "Sorry We Missed You" & "Last Christmas"
13-12-2019
"South Park", "Knives Out" & "Apocalypse Now: Final Cut"
06-12-2019
"Tell Me Who I Am", "Big Little Lies" og "The Irishman"
29-11-2019
"Succesion", "Doctor Sleep" & "The Watchmen"
22-11-2019
  •