- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Í fyrstu sendingini ummæla vit ungdómsrøðina "Has#tag" (2019), ið Maria Winther Olsen hevur framleitt fyri Kringvarpið. Trý ung fólk koma á gátt at hugleiða um, hvussu væl tað hevur eydnast.
Eisini hava vit verið í biograf til "Unge Astrid" við filmsleikstjóranum, Juliu í Kálvalíð, sum ummælari filmin um kenda rithøvundan Astrid Lindgren.
Síðst, men ikki minst hava vit miðlafrøðingin og filmglaða mannin, Hermann Eliassen, sum kemur í studio at greiða frá og ummæla forvitnsliga filmin "Bandersnatch", sum toymið handan kendu bretsku sendirøðina "Black Mirror" hevur framleitt.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!