Leitisstein

LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
10-04-2026
Guðrið Hansdóttir er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína sjeyndu plátu, "Sýrublað", ið er spikahamrandi feit

"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Guðrið Hansdóttir er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína sjeyndu plátu, "Sýrublað", ið er spikahamrandi feit
10-04-2026
"For meget ananas i egen juice," siga danir, um fólk blíva um sjálvfeit. LEITISSTEIN gongur á smala vegnum millum spikahamrandi feitt og spikahamrandi sjálvfeitt í sendingini
28-03-2026
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini, ið er rættiliga Americana
20-03-2026
Meðan onnur eru byrjað at dyrgja eftir samgongu-møguleikum, so koyrir LEITISSTEIN solo í tveir tímar við spikahamrandi feitum og valfríum tónleiki
13-03-2026
Kalas hevur blást nýtt lív í heimliga fólkatónleikarapallin við útgávuni "Minnisgripir". Ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, eru gestir í sendingini
06-03-2026
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni í sendingini, har LEITISSTEIN koyrir tað heim solo.
20-02-2026
Limirnir í nýggja rokkstjørnuskotinum á føroyska tónleikahimmalinum, Tunghoyrt, eru gestir, nú teir geva sína debutplátu, "ÓLÓ", út. Ungt, tungt, hart og hoyrt.
13-02-2026
Tað spírar aftur í Hoydølum, og teir seks spírarnir í nýggju og spennandi KVF-tónleikasendirøðini Hoydalar eru gestir í sendingin, nú sendingin fór av bakkastokki
06-02-2026
Enn ein sending við nógvum nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki
30-01-2026
Sera feskur og spikahamrandi feitur tónleikur, sum er útgivin í 2026, setir sín dám á sendingina, eitt nú nýtt frá Arctic Monkey, Sleaford Mods, Zach Bryan, CMAT og øðrum
23-01-2026
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini. Nýtt frá Father John Misty, Sampa The Great, Mavis Staples og øðrum
16-01-2026
Spikahamrandi feitur tónleikur frá 2025 er á skránni í sendingini, ið tekur tættin frá sendingina seinasta fríggjadag upp og rør aftur á tónleikaárið 2025
09-01-2026