- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Tá spurt verður inn til nakað, snýr tað seg oftast um at koma aftur um nakað, sum ein persónur kanska ikki er so tilvitaður um ella hevur tað lætt við.
- Tað kunnu vera kensluborin evni, ið eru til umrøðu, og tað er haðani, orðingin stavar, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Hon harmast um, at føroyingar eru farnir at spyrja inn til alt frá veðrinum til politisk viðurskifti og mælir til, at vit heldur spyrja ella fregnast.
- Tað er ongin orsøk til at brúka orðingina, 'at spyrja inn til' í øllum viðurskiftum, sigur Elin Henriksen.
Pinnur trokar onnur burtur
Málteigurin viðger eisini spurningin um, nær ein galdandi málregla verður sett úr gildi, hví kvinnur umtala seg sum menn, tá tað kemur til orðið, sjálvur og so er tað orðið, pinnur, sum trokar onnur orð sum vagl, snælda, teinur, sneis og sprita, burtur.
Fyrisetingin hesaferð er um, nær man sigur fyri meg ella hjá mær.