Málteigurin

Enskt flytur skjótari inn í føroyskt
04-06-2020
Ensk orð, sum ikki verða tillagað til føroyskt, verða meira og meira brúkt. Hendan gongdin hevur tikið dik á seg seinasta árið, sigur Elin Henriksen

Vit hava altíð tikið nógv donsk orð ella fremmandaorð gjøgnum danskt inn í talumálið. Næstan øll hesi orð hava havt lætt við at laga seg til føroyska bending í kyni, tali og falli: 

irriteraður / irriterað, fortørnaður / fortørnað, interessera - interesserað, interesseraður / interesserað, alvorligur / alvorlig / alvorligt, vanskuligur / vanskulig / vanskuligt

Ensk sagnorð hava eisini lætt við at laga seg til føroyska bending:

t.d. teldorð í tátíð fleirtali: geymaðu, linkaðu, seyvaðu, delitaðu, skrollaðu, guglaðu

Og eisini navnorð tillaga seg lættliga: 
rutari - rutarar, (cooker) kukkari - kukkarar (= kókikrani), og nøkur gomul dømi: trolari, leytari.

Lýsingarorð tillaga seg ikki
Tað eru serliga ensk lýsingarorð, sum koma inn í talumálið, ið ikki verða bend í kyni:

fresh, happy, fluffy, boring, nice.

Vit siga: Hann er fresh, hon er fresh og tey eru fresh, happy, nice ella boring.

Skuldi tað fylgt føroyskari bending, hevði tað verðið til:

Hann er fressjur - hon er fressj. Hann er naisur - hon er nais.

Her skjýtur Elin Henriksen upp, at brúka orðið, fúsur, í staðin.

Stigbendingin fer eisini
Hesi lýsingarorð kunnu heldur ikki stigbendast, eins og vit eru von:

fressjur - fressjari - fressjast. Tað verður til meira fressj - mest fressj.

Frammanundan er stigbendingin hjá okkum í ferð við at flyta seg frá -ari/-ast til meira/mest, og hetta skumpar eisini tann vegin. Ein vansi av hesum er, at fólk venja seg av við at benda lýsingarorð, ella benda tey skeivt.  

- Hvørja ferð, vit brúka orð, sum ikki laga seg til okkara bendingarmynstur, er tað sum at taka eitt klípi úr grótlaðaða húsinum, sum føroyskt er. Tað kann henda, at vit taka so nógv klípi úr, at húsið dettur niður, sigur Elin Henriksen, málkøn.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023