Málteigurin

'Rileysjon og rileyda'
19-09-2019
Tá fremmandaorð verða framborin á enskum, fáa serliga sjálvljóðini heilt annan framburð. A verður til ey, e verður til i og i verður til ei

Hvat hendir, um føroyingar fara at frambera fremmandaorð á enskum? Tann spurningurin er til viðgerðar í fyrsta Málteiginum í hesari vetrarskránni í útvarpinum. 

Hóast vit í Føroyum eru røsk at nýta føroysk orð, bæði gomul og nýggj, so slepst ikki undan, at vit eisini brúka fremmandaorð. Hesi fremmandaorð stava ofta úr grikskum ella latíni og eru komin henda vegin umvegis fyrst týskt og síðan danskt.

Við hesum málum er tað soleiðis, at tey føroysku sjálvljóðini líkjast nógv t.d. týskum og lutvíst donskum. So vit kunnu stava fremmandaorðini nakað á sama hátt og so frambera tey soleiðis, sum tey verða stavað - ella øvut, stava tey soleiðis, sum tey verða framborin.

Enskt skapar avbjóðingar
Men tá ið hesi fremmandaorðini verða flutt yvir í enskt, fáa serliga sjálvljóðini heilt annan framburð. Langt I verður til /ai/, langt A verður til /ey/, U verður ofta til /jú/, E verður til /i/, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Fyrr lærdu føroyingar fremmandaorð gjøgnum eyguni, og vit frambera tey soleiðis, sum tey verða skrivað. Nú á døgum verða fremmandorð ofta lærd umvegis munnligt enskt, og so fáa tey enskan framburð, sum er heilt øðrvísi.

Dømi: rela'tión og at rela'tera
Vit frambera orðini soleiðis, sum tey verða stavað. Men alt oftari hoyrast fólk nýta enskan framburð, har tey siga /ri'leysjon/ og at /ri'leyda/. Sagnorðið bent: /ri'leydaðu/ í staðin fyri /rela'teraðu/. Men so er ikki longur samsvar millum stavseting og ljóð.

Tøkuorð fáa føroyska stavseting
Ensk tøkuorð, sum koma inn í føroyskt, fáa vanliga føroyska stavseting. Tvey gomul, kend dømi eru trolari, en. trawler, og leytari, en. ladder.

Tað vil siga, at skulu vit á føroyskum broyta framburðin frá tí ljóðnæra: rela'tión og rela'tera, til enskan framburð: ri'leysjon og ri'leyda, so mugu vit eisini broyta stavseting, greiðir Elin Henriksen frá. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023