Málteigurin

'Todlari' og tollari
17-10-2019
Herfyri hoyrdist orðið 'todlari' um smábarn millum eitt og trý ár. Tað ber illa til at brúka orðið á føroyskum, tí tað er longu upptikið

Ofta sníkja ensk orð seg inn í føroyskt, og tað kann føra til misskiljingar.

Eitt dømi um hetta var, tá orðið, 'todlari', varð brúkt um eitt barn í vøggustovualdri.

- Tað ber illa til at brúka á føroyskum, tí orðið er longu upptikið, sigur Elin Henriksen, málkøn, og mælir til at brúka onnur orð.

Eldri orð sum óviti og lítlingur kunnu brúkast, men í sendingini komu eisini tvey uppskot afturat.

Annað er tøtlari, sum kemur av orðinum, at tøtla, og hitt er stetlari, sum kemur av orðinum, at stetla.

Stú og stúgvur
'Ríða vit um fjøllini at keypa abba stú', er regla úr kendum barnasangi.

Stú er tað sama sum stúgvur, og Elin Henriksen greiðir frá orðinum og skerpingini.

Nær skulu vit brúka vælgagnist, spyr lurtari, sum ofta hoyrir vælgagnist, tá fólk millum annað takka gestum í miðlunum.

Hesa vikuna eru fyrisetingarnar, millum, til, vegna, innan og uttan, til viðgerðar.

Hesar stýrdu fyrr hvørsfalli, men nú stýra tær einamest hvønnfalli.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023