Meg minnist

Føroyingar álopnir úr luftini (1:6)
04-07-2020
Jógvan Arge leggur til rættis. Fyrsti partur

Týskland hevði ikki meir enn hertikið Polland, tá tey fyrstu týsku flogførini vóru at síggja við Føroyar. Tá bretar høvdu hersett Føroyar í apríl 1940, fóru teir at byggja verndarvirkir í Havn og við Skálafjørðin.

Tvær stórar kanónir vórðu settar upp á Skansanum í Havn og tvær inni á Nesi. Í Havn skuldu havnarlagið og oljutangarnir verjast. Á Skálafjørðinum skuldi innsiglingin verjast, so ongin óynsktur slapp inn á fjørðin, ið var útgerðarhavn hjá hervaldinum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023