Meg minnist

Meg minnist: Sámal Clementsen (3:4)
04-10-2015
Jógvan Arge hittir Sámal Clementsen úr Havn. 3. sending

Postmenninir í Havn høvdu fleiri rutur. Summar inni í býnum og aðrar út á Argir og til Hvítanesar. Longsti túrurin hjá Sámali vardi 15 tímar.

Hann fór at kava, tá Sámal kom í Gundadal, men hann stríddi seg allan vegin niðan til Hvítanesar og omaftur. Konuna Jastrud hitti hann á eini seinnapartsrutu í Vesturbýnum.

Stór tøk hjá postmonnunum vóru tjaldursposturin og jólaposturin, tá teir gingu í húsini langt út á jólaaftanskvøld.

Við báti royndi Sámal mest í Nólsoyarfirði. Hann var í mangari grind víða um, og nátatíðina lá hann stundum í Klaksvík.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023