Meg minnist

Meg minnist: Eilif Samuelsen (6:6)
07-02-2016
Jógvan Arge hittir Eilif Samuelsen í Havn, sætta og seinasta sending

Eilif Samuelsen arbeiddi eitt summar í 50'unum hjá SEV. Teir løgdu SEV-linjuna millum Saksun og Haldórsvík.

Hetta var strævið lív, tí tað regnaði hvønn einasta dag, og tað var trupult og vandamikið at arbeiða í hæddunum í vindi og ruskveðri.

Eilif gekk á fjall í Saksun í meir enn fimmti ár. Í útivið 40 ár høvdu hann og aðrir seyð í vestara Bergi. Seinastu árini hevur Eilif eitt nú lagt seg eftir at týða heimsspekiligar bókmentir.

Í sendingini tekur hann saman um hetta ítrivið og læruna av tí, sum Sokrates, Platon, Aristoteles og aðrir heimspekingar borðreiddu við.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023