Meg minnist

Søgur úr Skopun - Jens Marius Hentze (2:3)
11-12-2016
Jógvan Arge hittir Jens Marius Hentze í Havn

Nógvar bátsvanlukkur hava verið í Skopun gjøgnum tíðirnar, og skopuningar hava framt fleiri bjargingarbrøgd. Skopuningar framdu eitt tiltikið bjargingarbragd í 1870, tá eitt fýramannafar av Skála kom illa fyri í ódnarveðri. Skopuningar mannaðu eitt tíggjumannafar at hjálpa teimum, men sluppu ikki aftur til bygdina og settu tí upp í Lokloysi og gingu haðani til hús. Allir komu heilir aftur. Jens Marius greiðir eisini frá øðrum bjargingum og vanlukkum á sjónum í 1880unum eins og ymsum fólkum, fyribrigdum og hendingum í Skopun tey fyrstu árini.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023