Meg minnist

Søgur úr Skopun - Jens Marius Hentze (3:3)
18-12-2016
Jógvan Arge hittir Jens Marius Hentze í Havn

Skopun fekk kirkju í 1897. Í 1902 helt A.C. Evensen fyrstu føroysku prædiku yvirhøvur har. Skopun fekk lærara í 1872. Fyrsti skúlin varð bygdur í 1884. Í 1901 var fólkatalið 220. Nú vildi Skopun hava havnarlag. Málið byrjaði um 1905, men steðgaði upp av fyrra heimsbardaga. Byggingin byrjaði í 1922 og vardi trý ár. Eina ferð løgdu skopuningar arbeiðið frá sær. Boð vórðu send eftir donskum arbeiðarum úr Havn, men teir sluppu ikki upp á land. Fyrsta havnin í Skopun var sum eitt listarverk, men tung at gjalda, tí Skopunar kommuna kom at sita einsamøll við henni.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023