Meg minnist

Meg minnist: Egga Jensen (1:3)
26-02-2017
Jógvan Arge hittir Egga Jensen í Havn. Fyrsta sending

Jógvan Jensen í Havn hevur allar dagar fingist við ítrótt. Íðkaði fleiri ítróttagreinir og var lærari í ítrótti á Læraraskúlanum. Mamman var Anna Rasmussen av Sandi og pápin var bilstjórin Ansgar Jensen, hálvur fugloyingur og hálvur sumbingur.

Egga vaks upp millum skansadreingir og fór í HB og SSB. Við skótunum var hann bæði í Onglandi og Danmark. Fyrsta dyst á 1. liði spældi hann í 1960.

Í Vejle gekk Egga í realflokki, háskúla og ítróttaháskúla. Áðrenn hann byrjaði á Føroya Læraraskúla í 1964, var hann við einum ØK-skipi á ferð í Australia.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Onnur sending
18-12-2022
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað, sum býr á Kambsdali. Fyrsta sending
11-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági 5. og seinasta sending.
04-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 4. sending.
27-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 3. sending.
20-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Regin Joensen undir Gøtueiði.
30-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Seinna sending.
23-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Fyrra sending.
16-10-2022
Jógvan Arge hittir Steinbjørn Jakobsen í Klaksvík um eitt nú tíðina, hann spældi við KÍ.
09-10-2022