Meg minnist

Meg minnist: Mads Winther (2:3)
29-10-2017
Jógvan Arge hittir Mads Winther í Havn. 2. sending.

Mads Winther var AFSari í USA í 1963-64, har hann búði hjá einum amerikanskum húski og gekk í skúla í statinum New York. Hetta árið fekk stóran týdning fyri hann og hansara lívsleið. Mads upplivdi mangt og hvat, sum ikki kom hendanvegin fyrrenn nógv ár seinni. Í 1967 var Mads á rundferð í USA og kom víða um. Eftir studentspróvtøku í 1965 fór hann til Danmarkar at lesa verkfrøði. Fyrstu tíðina gekk hann frá einum skyldfólki til annað at fáa sær døgurða í vikuskiftunum. Tað lá væl fyri, tí skyldfólkini vóru so nógv ? bæði pápasystkin og mammusystkin.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023