Meg minnist

Meg minnist: Jón Rasmussen (1:2)
22-01-2018
Jógvan Arge hittir Jón Rasmussen úr Klaksvík, sum í mong ár virkaði sum verkfrøðingur í Grønlandi. Fyrra sending

Jón Rasmussen úr Klaksvík og konan Valborg f. Brattaberg úr Vági hava í meir enn 15 ár virkað í Grønlandi. Hann sum verkfrøðingur og hon sum lærari. Tey fyrstu mongu árini vóru tey í Tasilak í Eysturgrønlandi.

Jón hevði starv sum kommunuverkfrøðingur, meðan Valborg starvaðist sum lærari í fólkaskúlanum har. Kommunan fevnir um alla Ammassalik-leiðina við býnum Tasilak og fleiri bygdum, eitt nú Kulusuk og Kummiut.

Fólkatalið er støðugt í økinum, men flutt verður av bygd í bý. Kommunan roynir eftir førimuni at menna liviumstøðurnar hjá fólkinum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023