Meg minnist

Listamálarin Jóannes Kristiansen
06-04-2018
Jógvan Arge hittir Petur Martin Petersen í Fuglafirði um listamálaran Jóannes Kristiansen úr Leirvík.

100 ár eru síðani listamálarin Jóannes Kristiansen varð borin í heim í Leirvík. Hann hevði hvørki hug til sjógv, bø ella haga, men tímdi at tekna og lesa. Í 1935 fór hann til Danmarkar at læra meir um hesi kynstur, men fyri at hava okkurt at liva av fór hann í málaralæru. Jóannes ætlaði sær heimaftur, tá hann var liðugur, men tá var Danmark hertikið.

Undir krígnum gekk hann á kunstaakademiinum í Keypmannahavn saman við Ruth Smith og Ingálvi av Reyni. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men var so at siga hvørt ár í Føroyum og fekk íblástur. Eitt eyðkenni vóru teir ljósu litirnir. Í Fuglafirðï hevur systirsonurin Petur Martin Petersen eitt stórt savn av málningum hjá Jóannesi Kristiansen. Teir hanga í húsum hansara, sum eru bygd í sama sniði, sum barnaheim Jóannesar, ið var seinasta langhús í Leirvík.

Sendingin varð send 1. apríl 2018, 1. páskadag.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023